Sand & Skervsøla

Um einstaklingar og fyritøkur ynskja at keypa tilfar frá okkum, so kunnu hesi velja antin at avheinta tað á sandgoymsluni ella kunnu vit skipa fyri flutningi.

Tá selt verður til betongblandistøðir, asfaltverk og størri fyritøkur annars, er nøgdin vanliga so mikið stór, at vit levera heilar skipslastir til nærmastu havn hjá kundanum.

Vanliga hava vit fylgjandi vørur á goymsluni í Fuglafirði:

  • Tvey sløg av ljósum skervi til tún o.a.
  • Norskan stoypisand
  • Ymiskar støddir av norskum skervi til bygging, vegagerð o.a.
  • Føroyskan fyllisand
  • Grønlendskan stoypisand (ikki altíð á goymslu)

Allur skervurin og sandurin úr Noregi hevur CE góðkenning.