Søgan

Sandgrevstur P/F er ein familjufyritøka, stovnað í 1949 av Gordon Midjord, sum var abbi núverðandi stjóran Gordon Martin Midjord. Sostatt er tað 3. ættarlið sum eigur og rekur fyritøkuna í dag.

Tá fyritøkan byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og ral, sum síðan var selt til virkir og einstaklingar. Eisini var týðandi partur av virkseminum at gerða útdýpingar av havnaløgum, nýgerð av kajum, o.l.

Sum tíðin leið mentist felagið og virksemið øktist. Fleiri skip vóru keypt og virksemið kom í størri mun at umfata fraktsigling. Eitt tíðarskeið átti Sandrevstur eisini fiskiskip.

Størri dentur varð lagdur á at fara út um landoddarnar at arbeiða og sum støðan er í dag, eru øll skipini í vinnu uttanlanda.

 

Sandgrevstur eigur og rekur í løtuni 4 farmaskip, men felagið innleigar eisini onnur skip.

Seinnu árini hevur ein stórur partur av virkseminum hjá Sandgrevstur verið at selja og frakta rávørur til framleiðslu av betong og asfalt. Hesar rávørur eru í høvuðsheitunum útlendskur sandur og skervur, sum verður seldur til betong og asfaltframleiðarar í Føroyum og útlondum.

Sandgrevstur tekist eisini við agentvirksemi, tvs. at umboða fremmand skip tá tey koma í føroyska havn.

Søla av sandi og skervi til minni virkir og einstaklingar gongur fyri seg frá goymsluni í Fuglafirði.

Umleið 45 fólk eru í starvi hjá Sandgrevstur.

 

Núverðandi virksemi hjá fyritøkuni kann sostatt deilast upp í hesar høvuðsbólkar:

  • sand og ral pumping
  • sjóvegis flutningur við egnum og innleigaðum skipum
  • søla av tilfari til betong framleiðarar, asfaltframleiðarar, einstaklingar, o.o.
  • agentvirksemi