Um okkum

Eitt føroyskt felag síðan 1949.

SANDSHIP varð stovnað í 1949 og hevur síðani fingist við skiparakstur og sølu av sandi og skervi. Felagið eigur og rekur farmaskip og hevur høvuðsskrivstovu í Fuglafirði í Føroyum.

SANDSHIP, eitt føroyskt reiðarí
Stovnað
1949
Starvsfólk
90
Farmaskip
6
Ættarlið
3

Virksemi

Okkara sand- og skervsøla er á Sundi, har útsølan fevnir um eitt øki á 25.000 m². Verkstaðið er í Fuglafirði, og á Toftum hava vit tvær stórar goymsluhallir, har vit bjóða kundum okkara góðar goymsluumstøður. Hallirnar eru nærum 2.100 m² og rúma umleið 4.000 tonsum.

Ein stórur partur av okkara virksemi er søla og flutningur av rá-evnum til betong- og asfaltframleiðslu. Virksemið fevnir eisini um aðrar tænastur og kann býtast í hesar høvuðsbólkar:

  • Flutningur til sjós við egnum og leigaðum skipum
  • Søla av tilfari til betong- og asfaltframleiðarar, byggifyritøkur, privatkundar og onnur
  • Pumpa fyllisand og dýping við sandbáti
  • Flutningur av fiskafóðuri
  • Agentvirksemi
Søga

Okkara søga.

P/F SANDSHIP er ein familjufyritøka, ið var stovnað í 1949 av Gordon Midjord, sum var abbi núverðandi nevndarformannin Gordon Martin Midjord. Tá æt fyritøkan P/F Sandgrevstur. Sostatt er tað 3. ættarlið sum leiðir fyritøkuna í dag.

Í millum hesar báðar fyrrnevndu, var tað Petur Midjord – vanliga nevndur Rikku Petur – sum saman við konu síni Ásu (f. Simonsen) stjórnaði fyritøkuni, inntil fyrst í 2000 tá ið sonurin Gordon Martin Midjord tók yvir fyritøkuna.

Tá fyritøkan byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og grús, sum varð selt til virkir og einstaklingar. Ein týðandi partur av virkseminum var at gerða útdýpingar av havnaløgum, nýgerð av kajum, o.l.

Sum tíðin leið mentist felagið og virksemið øktist. Virksemið fevnir í høvuðsheitum um skiparakstur, logistikk og útdýping.

SANDSHIP hevur eisini fingist við fiskiskap. Gjøgnum árini hevur felagið einsamalt átt og rikið 3 fiskiskip og verið partaeigari í einum fjórða.

SANDSHIP eigur og rekur í løtuni 6 farmaskip, men felagið innleigar eisini onnur skip til sítt virksemi. Seinastu árini er størri dentur lagdur á, at fara út um landoddarnar at arbeiða og sum støðan er í dag, eru øll skipini í vinnu uttanlanda.

Navnabroytingin frá Sandgrevstur til SANDSHIP kom í 2019, tá felagið fylti 70 ár. Búmerkið bleiv samstundis skift.

Tvey skip hjá SANDSHIP við kaiina
Virðir

Álit, ábyrgd og virðing.

Hjá SANDSHIP byggja vit okkara arbeiði á álit, ábyrgd og virðing. Sum eitt ættarfelag í triðja ættarliði vita vit, at okkara navn fylgir tí arbeiði, vit gera, og vit miðja ímóti at veita álítandi loysnir til okkara kundar, samstarvsfelagar og bygdarløgini, har vit arbeiða.

Vit trúgva uppá styrkina í felagsskapinum, fakligum dugnaskapi og opnum samskifti. Tí raðfesta vit tryggan rakstur, høga góðsku og ábyrgdarfulla atferð í øllum, vit gera – bæði umborð og á landi.

Strategi

Hvat vit arbeiða fram ímóti.

Komandi árini arbeiðir felagið eftir hesum strategium:

  • Økja tilvitið um trygd
  • Minka um okkara kolevnisslóð
  • Styrkja núverandi støðu á marknaðinum
  • Endurnýggjan av flotanum
  • Víðkan av flotanum
Framtíðarætlanir

Hvat er frammanundan.

Felagið fer undir at investera í høli og í tonnasju fyri at tæna sínum kundum í komandi árum.

Bygging av aðrari goymslumiðstøð í Fuglafirði, Føroyum
Sept – 2027
Umbyggja Vón Feeder til sandpumpara
Feb – mai 2027

Starvsfólk

Umleið 90 fólk arbeiða hjá SANDSHIP, 52 føroyingar og 38 filippinarar, til sjós og á landi. Niðanfyri kanst tú seta teg í samband við leiðsluna beinleiðis viðvíkjandi farmi, virksemi, tøkniligum ávum ella umsiting.