Virksemi

Flutningur.

Farmaflutningur er ein týðandi partur av okkara virksemi. Vit bjóða álítandi, skjóta og væl skipaða flutningstænastu, har dentur verður lagdur á støðugan rakstur og góða fyriskipan – frá tí farmurin verður heintaður, til hann er komin trygt fram til móttakarin.

Hvussu vit arbeiða

Tillagað til hvørja einstaka uppgávu.

SANDSHIP rekur ein flota við seks farmaskipum og leigar harumframt onnur skip eftir tørvi. Hetta gevur okkum møguleika, at nøkta eftirspurningin eftir sjóflutningi kring alt Norður-Evropa. Vit flyta serliga sand, skerv, fiskafóður og rávørur til framleiðslu av fiskafóðri.

Vit taka okkum av bæði smærri og størri farmasendingum og laga flutningin eftir tørvinum hjá kundanum. Harumframt hava vit regluligar siglingarleiðir, sum binda Føroyar, Noreg og Skotland saman. Siglingarleiðir, tíðarætlanir og flutningsloysnir verða tillagaðar hvørjum einstøkum farmi, soleiðis at kundin fær eina álítandi og góða tænastu.

Øll skipini í okkara flota eru sjálvlossandi og hava entin gravimaskinur ella kranar umborð. Hetta ger okkum før fyri, at hava tamarhald á allari flutningstilgongdini, frá lasting til lossing, uttan at vera bundin at útgerð á landi. Soleiðis kunnu vit tryggja eina góða, og álítandi farmaflutningstænastu.